Læknahúsið í Gundadali

Hetta er heimasíðan hjá læknunum í Gundadali

Læknahúsið í Gundadali hevur 4 læknaviðtalur. Tær virka sum 4 sjálvstøðugar eindir. Tað er tó soleiðis, at er ein læknaviðtala stongd, verður víst til eina aðra, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.

Heimasíðan virkar sum heimasíða fyri allar læknarnar í Gundadali. Høgrumegin síggjast tíðindi frá ymsu læknunum. Eisini hevur hvør lækni eina undirsíðu, har tíðindi, sum eru viðkomandi fyri sjúklingar hjá tí læknanum, standa. Umframt er møguleiki fyri at bíleggja/avlýsa tíð, bíleggja heilivág og fáa svar um kanningar.

Tær 4 læknaviðtalurnar í Gundadali eru:

Bilsamband, busssamband og atgongd fyri rørslutarnað

Læknaviðtalurnar eru á Tinghúsvegi 70. Koyrandi er frá Hoydalsvegnum, frákoyring við fast-støðina. Parkeringsøki er við viðtalurnar. Sí kort niðanfyri.

Tað er sera gott busssamband til læknaviðtalurnar. Allar leiðir steðga nær við. Sí kort niðanfyri, har læknaviðtalurnar eru frámerktar.
Sí ferðaætlan hjá bussleiðunum her.

Tað eru ongar trappur í læknaviðtalunum, sostatt er tað lætt atkomiligt hjá fólki við rørslutarni.
KortKort
Kort av læknaviðtalunum

KortKort
Kort av bussleiðum í Tórshavn, tikin av www.torshavn.fo

Tíðindi

Stongt 13/10

10.10.2025 Rói á Kósini
Mánadagin 13/10 er viðtalan stongd. Vit eru aftur týsdagin 14/10 Vit vísa til hinar viðtalurnar her í Gundadali.

Vit fáa ikki svara telefonini

06.10.2025 Sten Larsen
Mánadagin 06.10.25. fáa vit ikki svara telefonini, men hava tygum bráfeingis tørv á læknahjálp ella átroðkandi tørv á recept endurnýggjan verður víst til akut telefonina tlf. 221638. Frá kl. 16 er læknavaktin at hitta á telefon 1870

NB! NB! Heimasíðan óvirkin til og við 19.10.25.

03.10.2025 Sten Larsen
NB! Heimasíðan er óvirkin fram til 19.10.25. Til ber heldur ikki at brúka telupostin til bílegging av tíð, recept v.m.!

Mánadag 29. sept. til og við fríggjadagin 3. okt 2025

28.09.2025 Sten Larsen
29. sept.  til og við fríggjadagin 3. okt  2025 er viðtalan stongd vegna sjúku.Hava tygum bráfeingis tørv á læknahjálp ella recept endurnýggjan verður víst til ein av hinum kommunulæknunum í Gundadali: Dávið Michelsen tlf. 302233, Rói á Kósini tlf 321410 ella Jónu Hansen tlf. 319520.Nevndu dagar er heimasíðan óvirkin.

Heimasíðan óvirkin

22.09.2025 Sten Larsen
Frá í dag 22. sept til og 28. sept er heimasíðan óvirkin - tí ber sostatt ikki til at bíleggja heilivág umvegis heimasíðuna ella samskifta við telduposti.
Fleiri tíðindi